Team Klaksvík nærkaðist Neistanum fleiri ferðir, men ongantíð bleiv munurin minni enn tvey mál, tá Neistin vitjaði í Klaksvík í dag.
Neistin kom betri frá byrjan og førdi allan dystin við fleiri málum. Støðan í hálvleikinum var 12-9 til Neistan. Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama. Onkra løtu vóru bara tvey mál á muni, men nærri enn tað kom Team Klaksvík ikki. Endaliga úrslitið var 25-22 til Neistan. Toppskjútti hjá Team Klaksvík var Ludvík Súnason við 7 málum, meðan Sámal á Tjaldrafløtti skoraði 6 mál og Jens Pauli Mohr 5 mál. Hjá Neistanum skoraði Tróndur Kragesten 9 mal, meðan Carl h. Olsen skoraði 5 mál.
Neistin er oddalið við 31 stigum, meðan Team Klaksvík er nummar 5 við 14 stigum.





































