Fyrr í ár var stór samanlegging í føroysku KT- og samskiftisvinnuni, tá ið Farodane, Com-Data og Reproz løgdu saman.
Samtakið hevur nú fingið navnið NEMA, og KT-parturin hevur fingið navnið SENTA.
Hinar fyritøkurnar í samtakinum eru CASA, ið selur designinnbúgv til heim og skrivstovur, CITY, ið er heildarveitari av skrivstovuútgerð til privatfólk og vinnulív, skeiðsdepilin KVASIR og lýsinga- og samskiftisfyritøkan REPROZ.
Við nýggja samleikanum hevur NEMA lagt lunnar undir komandi menning og vøkstur til at styrkja um støðuna á heimamarknaðinum og til at brynja seg til útlendska marknaðin.
Um orðini „nema“ og „senta“
Orðið „nema“ er úr heimliga orðatilfari okkara og hevur sum kunnugt fleiri merkingar. Nevnast kunnu: at taka í við hondini, at viðgera, at hava ávirkan á, at leggja inn undir seg, at læra og at varnast.
Fyri samtakið ber navnið fyrst og fremst ein menniskjaligan dám av at vera opin fyri lívinum og møguleikunum, og tað grundfestir eisini týdningin av lærdómi og upplivingum.
Orðið „senta “ er japanskt fyri tað enska „center“ og merkir eins og á enskum: „miðdepil“. Orðið hevur eisini føroyskan klang og skapar eina góða blanding millum føroyskt og útlendskt – eina sameining millum heimligan kunnleika og opinleikan fyri vitan uttaneftir.
Fyri Senta vísir orðið til, at fyritøkan er ein miðdepil í føroyska telduheiminum, og at hon skapar rættar og týðandi KT-loysnir við at seta fokus á fakligan kunnleika, passión fyri telduyrkinum og á kundans tørv.
Og Senta hevur gott støði at byggja á, tí umframt at hava dugnalig starvsfólk, hevur fyritøkan álitisváttanir sum Microsoft Gold Certified Partner, HP Preferred Partner, Dell Solution Partner og
Canon Business Center, og hon umboðar eisini heimsgitin merki sum Apple, Sony, Canon, Toshiba og KonicaMinolta, umframt DynamicWeb, Superoffice og Lundin Financials.
Samtakið virkar í dag í Klaksvík, Saltangará og í Havn og er sostatt næsti granni hjá størsta partinum av føroyska vinnulívinum.
Vinaligar heilsanir,
Christian Nagata og Rolf Herup Olsen, stjórar




