Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nema fær nýggjan stjóra, og Sendistovan fær nýggjan eigara

Tíðindaskriv

Í dag hevur Christian Nagata keypt Sendistovuna, sum var dóttirfelag hjá Nema, burtur úr samtakinum. Samstundis fer hann frá sum stjóri í Nema-samtakinum, men heldur tó fram sum stjóri á Prentmiðstøðini, sum Nema eisini eigur.

Í dag hevur Christian Nagata keypt Sendistovuna, sum var dóttirfelag hjá Nema, burtur úr samtakinum. Samstundis fer hann frá sum stjóri í Nema-samtakinum, men heldur tó fram sum stjóri á Prentmiðstøðini, sum Nema eisini eigur.
”zEg og nevndin eru samd um, at tíðin er búgvin til at lata nýggjar kreftir føra Nema víðari”, sigur Christian Nagata. ”zNema stendur klárt at møta einari bjartari framtíð. Samstundis fari eg at hugsavna meg um Sendistovuna sum nevndarformaður og eigari, umframt at røkja onnur álitisstørv, sum eru latin
mær upp í hendi”, leggur hann afturat.

”zEg vil takka Christiani fyri eitt gott og týdningarmikið arbeiði at byggja upp Nema og brynja felagið til framtíðina”, sigur Árni Rasmussen, nevndarformaður í Nema.

Sendistovan varð stovnað í 2007 og er ein av størru samskiftisfyritøkunum í Føroyum og tænir kundum við virksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Á Sendistovuni starvast 23 fólk.

Nema er heildarveitari innan kt, skrivstovulutir og innbúgv, og er ein hollur viðleikari hjá vinnuni, feløgum og almennum stovnum. Í Nema, sum hevur deildir í Tórshavn og í Klaksvík, starvast 70 fólk.
Christian Nagata fer úr starvi 28. februar 2015. Tá tekur Júst í Túni Vang, fíggjarleiðari í Nema, við sum fyribils settur stjóri.