2012 hevur ikki hilnast so væl sum ætlað fyri NEMA samtaki, skrivar leiðslan m.a. í frágreiðing til 2012 í ársroknskapinum.
2012 hevur ikki hilnast so væl sum ætlað fyri NEMA samtaki, skrivar leiðslan m.a. í frágreiðing til 2012 í ársroknskapinum.
Fyri kortum varð roknskapurin hjá NEMA almennur og leiðslan noyðist at staðfesta eitt hall á rakstrinum, fyri samtakinum, sum eisiniumfatar eisini Prentmiðstøðina og Sendistovuna.
Sølan lækkaði í árinum úr 154 mió. kr. Í 2011 til 139 mió. kr. Í 2012, og serliga var tað í dóttirfeløgunum, at sølan minkaði. Av tí at kostnaðurin at reka Nema er lækkaður í árinum, er úrslitið av rakstrinum munandi betri, tá ið hugt verður eftir kjarnuvirkseminum í Nema, og her sæst, at tað sokallaði EBITDA, sum er úrslit av rakstrinum, varð meira enn 4 ferðir betri enn í 2011, og sostatt gevur grundraksturin nú eitt avkast uppá 2,4 mió.kr.
Á samskiftismarknaðinum, sum Sendistovan arbeiðir á síggjast broytingar við fleiri smærri aktørum ið bjóða seg fram, samstundis sum stovnar og fyritøkur hava minkað munandi um teirra útreiðslur til lýsingar og marknaðarføring. Hetta hevur eisini ávirkað blaðmarknaðin og harvið prentmarknaðin, sum Prentmiðstøðin virkar á.
Í 2012 vóru heldur færri og smærri uppløg prenta á Prentmiðstøðini tí eitt blað (Red: Sosialurin) avgjørdi at minka vikuligu útgávurnar við einum blað og eitt annað (Red: Dimmalætting) valdi at flyta prentið til Danmark.
Á KT økinum eru eisini stórar broytingar farnar fram. Áður gjørdu fyritøkur íløgur í teirra egna KT-kervið, men nú er alt størri fokus á at útveita hetta til fyritøkur, ið hýsa og harvið eiga og umsita KT-kervið og skipanir. Í komandi ári kann væntast at hendan gongdin heldur áfram og tískil hevur bjóðar NEMA nú eisini síni viðskiftafólki, allar sínar skipanir, sum hýstar skipanir.
NEMA handlarnir eru munandi sjónleigari nú enn fyrr og kemst hetta av at størri fokus hevur verið á NEMA handlarnar. Átøkini “Mamma veit” í samband við skúlabyrjan og “Jólamaðurin veit” á jólum hava ført við sær, at munandi fleiri kundar vitjaðu okkara handlar í Tórshavn, Klaksvík og Saltangará.
Í dag eru í miðal 7 ársverk ella 6,1% færri ársverk og starvsfólkakostnaðurin er lækkaður við 5 mió. kr. ella 10,7% í mun til undanfarna ár.
Fíggjarliga gongdin
Virksemi í móðurfelagnum hevði eina afturgongd í umsetninginum í 2012 á 7,1 mió kr. í mun til undanfarna ár. Hinvegin hevði móðurfelagið eina framgongd í vanliga rakstrarúrslitinum úr 0,7 mió. kr. í 2011 í 2,4 mió. kr. í 2012.Dóttirfeløgini høvdu eina afturgongd í søluni og tí fór nettosølan í samtakinum úr 154 mió. kr. í 2011 niður í 139 mió. kr. í 2012. Í 2012 starvaðust í miðal 108 ársverk í samtakinum.
Ársúrslitið vísir eina afturgongd á 441 tkr. í mun til 2011 og vísir eitt hall á 1,7 mió. kr. móti einum halli á kr. 1,3 mió. Kr. Í fjør.
Fíggjarstøðan javnvigar við 109,8 mió. kr. Støðisognin er 58,1 mió. kr. Og ogn í umferð er 51,7 mió. Kr.
Eginognin við ársenda 37,2 mió. kr. Umframt minnilutaparaeigarar á 3,1 mió. kr. Svarandi til ein solidaritet á 34,0%. Skuldin í samtakinum er 68,8 mió. kr.




