Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Netið hjá Føroya Tele óstøðugt

John William Joensen

Umfatandi umleggingar hjá Føroya Tele hava við sær, at alt netið sum heild kann vera óstøðugt

Umfatandi umleggingar hjá Føroya Tele hava við sær, at alt netið sum heild kann vera óstøðugt

Internetið fór eina løtu fyrrapartin í dag, og tað var tann síðsti í einari røð av trupulleikum, sum hava verið á netinum seinastu dagarnar.

Á Føroya Tele verður arbeitt við at umleggja netið til størri kapasitet. Hetta er neyðugt, tí nýtslan sum heild økist so ógvusliga. Tað vísir seg tíverri, at hendan umlegging hevur givið trupulleikar.

Trupulleikar hava verið við sjónvarpssendinetinum og á breiðbandinum, og í gjár gekk eisini fartelefonnetið fyri.

Í morgun gekk alt internetið eisini fyri eina løtu. Internetið er fingið at virka aftur.

Føroya Tele er í hægstu tilbúgving, tí slíkir feilir kunnu ikki góðtakast. Møguliga kann netið vera óstøðugt í dag, meðan arbeitt verður við at umleggja netið, men alt verður gjørt fyri, at tað ikki hendur.