Harleywoodpaint
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Netverksfundur á Skúlanum á Fløtum

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Klaksvíkar kommuna er partur av netverki, har leiðarar innan trivnaðar- og mentanarøkið í Fuglafjarðar kommunu, Eystur kommunu, Runavíkar kommunu, Sunda kommunu, Sjóvar kommunu og Tórshavnar kommuna møta á hesum fundum.

Á hesum fundum verða ymisk viðurskifti tikin upp til viðgerðar, kommunurnar takast við hvør á sínum øki. Eisini verður roynt at skipa so fyri, at tvíbýtið millum land og kommunur og aðrar partar við, verður betrað ella gjørt greiðari.

 

Tí er eisini Kommunufelagið við á hesum fundum. Tað verður eisini vitjað á ymiskum stovnum í kommunum, fundurin er ásettur í. Fundirnir ferðast til tær ymsu kommunurnar, har so verður vitjað á ofta nýggjum stovnum.

 

Talan er um eini fýra fundir um árið, og hava vit í hesum sambandi vitjað Býráðshúsið í Eystur kommunu, nýggja Musikkskúlan í Havn, Bláa Skýlið í Klaksvík, nýggja skúlan á Skúlatrøð og í gjár sóu vit so Skúlan á Fløtum fyri fundin, sum so bleiv hildin í skúlanum.

 

Tey, sum vanliga møta á hesum fundum, eru: Eyðun Christiansen, stjóri Kommunufelagið, Jóhan Lamhauge, løgfrøðiligur ráðgevi Kommunufelagið, Hans Kári Vang, fíggjafulltrúi Kommunufelagið, Sigurð Ólason Vang, mentanarstjóri Tórshavnar kommuna, Noomi Káradóttir Rasmussen, trivnaðarsamskipari Sunda kommuna, John Færø, trivnaðarstjóri Klaksvíkar kommuna, Eirikur í Jákupsstovu, vinnu- og mentanarstjóri Klaksvíkar kommuna, Bárður Danielsen, trivnaðarfólk Sjóvar kommuna, Rønn Eliasen, mentanarleiðari Fuglafjarðar kommuna, Sølvi R. Hansen mentanarleiðari Runavíkar kommuna og Dávur Winther, mentanarleiðari Klaksvíkar kommuna.

 

Skúlan á Fløtum

Skúlan á Fløtum liggur mitt ímillum Musikkskúlan og Glasir við góðum gøtum millum allar bygningarnar. Eisini er gjørd ein rennibreyt runt um allan skúlan og nógv annað spennandi at fara til úti, tá ið fríkorter er.

 

Tað eru um 70 ársverk av lærarum knýtt at skúlanum umframt námsfrøðingar, sum eru knýttir at forskúlanum. Í Grunddeildini ganga næmingar frá 0. flokki til og við 3. flokk. Eftir at forskúlin er liðugur fara somu børn í frítíðarskúla í somu hølum, tey annars hava undirvísing í.

 

Skúlin, sum er størsti skúlin í landinum, er 12.500 m2 til víddar og skipaður í Grunddeild, Miðdeild, sum eru 4., 5. og 6. flokkur, ið húsast mitt í skúlanum við egnari inngongd og so Hádeildin, 7., 8., og 9. flokkur. Hvør deildin kennist sum ein serstøk eind, tó at allur skúlin er undir eini og somu stóru lon.

 

Tær ymsu deildirnar eru ”skildraðar sundur” við stórum amfi-trappum og brúm, eins og hugnaligum og friðarligum veruøkum. Deildirnar eru innrættað við krókum og tilhaldsstøðum, sum liggja fyri seg og samstundis hava samband við stóra felagsøkið.

 

Skúlin er samansettur av 7 oyggjum og so samanbundin av einum stórum felagsøki. Eins og sjógvurin er bindiliðið og samferðsluæðrin millum føroysku oyggjarnar, skapar felagsvirksemið lívliga sambandið og dagliga renslið millum deildirnar.

 

Listprýði

Ávís %-partur av handverkaraútreiðslunum er avsettur til listaprýði. Edward Fuglø hevur listprýtt skúlan við trimum stórum listaverkum ella installatiónum. ”Oddafiskurin”, ein hvalur, sniðgivin úr flamingo-ringum, ”Lesihesturin”, sniðgivin við bókstavum úr pleksiglasi og so ”Flogvit”, sum er ein stórur metalringur, har eini 300 fuglar standa á.

 

200 teirra koma frá Venjingarskúlanum og hinir eru keyptir til endamálið. Tann elsti fuglurin er heilt frá 1899, sum varð útstappaður til skúlan, ið tá var.

 

Jón Sonni Jensen, listamaður hevur eisini verið við til at listprýða súlurnar í skúlanum. Í hádeildini eru heili 12 verk eftir Frimod Joensen, sum koma frá Venjingarskúlanum.

 

Samanlagdur skúli

Skúlin á Fløtum, sum er 3-sporaður – tó Hádeildin 5-sporað, er ein samanlagdur skúli av Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum og ganga 750 næmingar har í løtuni. Tó er hann ætlaður og bygdur til at kunna hava 850 næmingar.

 

Øll undirvísing gongur fyri seg á smáum teldum, sum næmingarnir eiga, eins og samvirknari talvu. Fagurbókmentir og annar lesnaður finst tó í hópatali á bókasavni skúlans, sum telur heili 28.000 bókaverk.

 

Flott og stór fimleikahøll, sum kann lutast sundur í tvey, er í skúlanum – undir somu lon. Flottur og stórur køkur er eisini gjørdur til skúlan, sum tó ikki er tikin í nýtslu enn.

 

Ljóðgóðskan er framúr góð, tá ið hugsað verður um rúmmátið av skúlanum. Bæði tey opnu og afturlatnu veruøkini eru ein fongur fyri skúlan og næmingarnar.

 

Tú skuldi hildið, at har sótu næmingarnir bara og sms´aðu og spældu við fartelefonina. Men so er ikki, tí tá ið næmingarnir koma um morgnarnar, lata teir telefonina frá sær inn í eitt læst skáp, og fáa teir telefonina aftur, tá ið skúlin er liðugur.

 

Norrøna inni í skúlanum

Ein ómetaliga spennandi skúli, ið er rættiliga stórur, tó at hann ikki kennist so. Sjálv Norrøna hevði kunnað staðið inni í skúlanum, uttan at nomið við veggirnar, so stórur er hann í longd og breidd. Bæði lærarum og næmingum dáma skúlan væl – fyri ikki at siga sera væl.

 

Talan er um eitt ráðgevaratoymið, EIND, sum fóru undir hesa verkætlan fyri árum síðan, har Árna Winther Arkitektar mannaði arkitektasíðuna. Aftur at sær høvdu teir ZETA Arkitektar við, BRIM Arkitektar og seinni kom SNA, Selmar Nielsen Arkitektar uppí, tá ið teir løgdu saman við Árna Winther Arkitektar.

 

Tann daman, sum hevur ført pennin ella blýantin eina mest á arkitektasíðuni, man vera Inga Katrin Winther, arkitektur, sum er dóttir Árna Winther, arkitekt.

 

Arbeiðstakarar hava verið Articon og Búsetur, og kostaði skúlin 383 mill. kr.

 

Ein ógvuliga spennandi skúli, ið kann veita næmingunum alskyns tilboð og læring, sum fyrst og fremst byggir á trivnað. Kørmunum feila einki – her er bara at duga at skapa innihald. Tað er eisini nógv, sum týðir uppá, at so er.