Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Netverksfundur hjá RV-Tøkni í morgin

Vinnulívsráðið í Klaksvík

Hósdagin 9. novembur kl. 09.00 bjóðar RV-Tøkni inn til netverksfund.

Fyri kortum flutti RV-tøkni nakrar metrar longur norð frá Stangavegi 14 til Stangaveg 23. Vælkendu hølini, ið á mannamunni hava verið rópt Finastøðin seinastu árini, eru nú umvæld til virksemið hjá RV-Tøkni.

RV-Tøkni er ein áhugaverd fyritøka, ið hevur ment seg nógv seinastu 10 árini, har kjarnuøkið fyrst og fremst hevur verið sergjørdar stýringar.

Allir limir hjá Vinnulívsráðnum við viðkomandi starvsfólkum eru vælkomin á netverksfundin.

Fundurin verður hósdagin 9. november kl. 09.00 og byrjar við morgunmati. 

Í Netverkinum hjá Vinnulívsráðum eru 65 limir ídag.