Manningin, sum í 2001 vann føroyameistaraheitið við 8-mannafarinum Nevinum Reyða, flotaði týskvøldið bátin aftur og vandi saman eina løtu. Tað eydnaðist at fáa allar teir somu menninar umborð, men sum skilst var hetta bert til stuttleika, so neyvan skulu vit rokna við at síggja teir luttaka í FM-kappróðri í ár.
Teir, sum í 2001 mannaðu Nevið Reyða, og sum týskvøldið aftur flotaðu 8-mannafarið, vóru hesir:
Bogi Joensen (róðursmaður),
Fróði Waag,
John Erik Frederiksberg,
Símun Esmar Vágsá,
Hans Olsen,
Livar Nysted,
Høgni Jacobsen,
Martin Venned og
Sigfríður Venned.




