Argjabáturin vann triðja róðurin á rað, og tað leggur trýst á Nevið Reyða.
Nevið Reyða vann báðar teir fyrstu róðrarnar, men síðani hevur Argjabáturin svarað aftur. Á Fjarðastevnu í dag vann Argjabáturin fyri triðju ferð á rað, hesaferð við eini góðari hálvari bátslongd aftur til Nevið Reyða.
Sostatt er trýst á Nevið Reyða undan teimum báðum seinastu stevnunum. Tí skal Nevið Reyða vinna FM í ár, so skal báturin vinna báðar teir seinastu róðrarnar.



