Tað var ikki fyrr enn í seinastu tøkunum, at Nevið Reyða misti oddasessin, hóast teir bara róðu við sjey monnum allan róðurin.
Ein ár brotnaði umborð á Nevið Reyða beinanvegin og tí róðu teir á Nevinum bara við sjey monnum allan róðurin hjá 8-mannaførunum. Men tað sá ótrúligt út, tí Nevið Reyða róði ein ótrúliga góðan róður, hóast bara ein maður á toftini róði, meðan hin lá í bátinum og fylgdi við, hvat hendi. Nevið Reyða legði seg eisini á odda og var fremsti bátur heilt til seinastu tøkini, tá Gullbrandur í endaspurtinum fór framum.
Tað var tí sera væl klárað av Nevinum at vera so væl við og vera sera nær við at vinna, hóast teir róðu við einum manni færri enn hinir bátarnir. Millum fleiri róðraráhugað er hetta eftir róðurin mett sum eitt satt bragd, sum Nevið framdi.
1 Gullbrandur 04:49.06 7 stig
2 Nevið Reyða 04:49.12 6 stig
3 Knørrur 04:51.10 5 stig




