Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nevnd verður sett at arbeiða við tunnilsmálinum

John William Joensen

Løgmaður hevur nú tikið stig til at seta nevndina, ið skal arbeiða við tunnilsmálinum.

Nevndin skal gera tilmæli um, hvussu verkætlanirnar viðvíkjandi Eysturoyar- og Sandoyartunlinum skulu skipast.

Harafturat skal nevndin mæla til, hvørji stig landsstýrið eigur at taka viðvíkjandi løgtingslógini (36/2007) um fast samband millum Sandoy og Streymoy og samtykta uppskotið (79/2006) um at fyrireika fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy. Nevndin skal koma við sínum tilmæli á Ólavsøku.

Nevndin verður mannað av landsstýriskvinnuni í vinnumálum, landsstýrismanninum í fíggjarmálum og tveimum umboðum fyri hvønn samgonguflokk.

Landsstýriskvinnan í vinnumálum verður forkvinna.

Løgmaður hevur í dag biðið samgonguflokkarnar um at tilnevna síni umboð.

Harleywoodpaint