Á skránni fyri tingfundin í morgun var val av løgtingsnevndum, men formaðurin boðaði frá at málið var tikið av skránni.
Tað verður óiva nógvur aktivitetur í tinginum í morgun – tí samgongan hevur ikki enn megnað at umskipað nevndirnar í løgtingum – sum annars var fyrst á skránni fyri tingfundin í morgun.
Sum skilst er framvegis ósemja um hendan spurningin hóast arbeitt hevur verið við hesum spurningi – síðan Sjálvstýri gjørdist stuðulsflokkur hjá samgonguni.
Roynt verður at finna semju í tinginum í morgun – men fyribils er nevndarvalið útsett.




