Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nevndin í Mjølnir hevur skipað seg

John William Joensen

Eyðbjørn Andreasen er formaður, Marjun Kalsø næstformaður, Ruth Johannesen kassameistari, Tina Purkhús skrivari og Jan Gardar nevndarlimur

Eykalimir eru Jón Kári Frederiksen og Óluva Joensen.
Aðalfundurin var hósdagin og Eyðbjørn Andreasen sigur at fíggjarliga var seinasta árið í lagið.
– Vit høvdu eitt yvirskot upp á góðar 35.000 krónur sum er í lagið men tað er eingin loyna at tað er sera tungt at dríva Mjølnir.
– Tað er sera stríggið at fáa endarnar at røka sæman og stórstu postarnir eru leigugjald til KÍ høllina og fimleikarhøllirnar. Leigugjaldið eru góðar 90.000 krónur árliga harav 60.000 krónur er fyri leigu av KÍ høllini.
– Vit fáa tó ein stuðul til leigu frá kommununi sum svarar til leigutímarnar í fimleikarhallunum.