Nevndin í Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama, hevur skipað seg
Á aðalfundinum, 11. novembur 2006, bóru Heini Mohr og Ketty Andreasen seg undan afturvali. Í teirra stað vórðu valdir Birgir Djurhuus úr Dansifelagnum í Havn og Jónleif Johannesen úr Klaksvíkar Dansifelag. Á nevndarfundi á Pálsmessu í ár skipaði nevndin seg soleiðis: Rasmus Joensen úr Tøkum Lætt heldur fram sum formaður, næstformaður og skrivari Jónleif Johannesen og kassameistari Birgir Djurhuus.
Sláið Ring hevur sum aðalmál og uppgávu at røkja áhugamálini hjá dansifeløgunum kring landið, bøta um korini hjá føroyska dansinum og at stimbra hugin fyri honum.
Sláið Ring roynir eftir førimuni at liva upp til síni mál og uppgávur, men fíggjarligu karmarnir eru alt ov trongir, til at hetta skal eydnast til fulnar. Tí noyðist nevndin á hvørjum ári at velja fleiri økir frá.
Í ár verður peningaliga orkan hjá Sláið Ring savnað um tvey tiltøk. Barnadansistevnan, ið verður norðuri í Klaksvík 21. apríl og Landsdansistevnan, sum verður 19. mai í Trongisvági.
Í sambandi við Landsdansistevnuna ætlar Sláið Ring at skipa fyri einum mentarnarkvøldi fríggjakvøldið 18. mai, soleiðis at tey, sum koma á Landsdansistevnuna, kunnu savnast um eitt tiltak fríggjakvøldið áðrenn stevnan byrjar.
Í summar verður Europeada í Horsens, hon verður í døgunum 18 – 22 juli. Europeadan er ein europeisk dansistevna, har dansarar úr uml. 35 londum luttaka. Frá okkum hevur Vága Dansifelag boðað frá, at tey ætla at luttaka. Dansarar úr hinum feløgunum, sum ætlað við á stevnuna, skulu seta seg í samband við Vága Dansifelag.




