Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nevndin ikki tikin við í avgerðum

John William Joensen

Samstarvstrupuleikar hava verið frá fyrsta degi millum formannin, nevnd og umsiting

Tað eru nógv viðurskifti sum hava ført til ósemjuna millum verðandi formann og nevnd.
Sum Norðlýsið skilir hava eisini persónligar orðsøkir gjørt seg galdandi.
Samstarvið millum eitt nú formannin og umsitingina hevur frá fyrsta degi verið sera trupult.
Hetta hevur eisini ávirkað nevndararbeiði tí eftir tí sum kann lesast út frá niðanfyristandandi brævi hevur formaðurin brúkt nevndarfundir til at avgreiða umsitingarlig mál, nakað sum nevndarlimir fer eftir ferð hava mótmælt.
Leiðslan í Fótbóltssambandinum hevur seinasta skeiði koyrt í bólkum, har partarnir alt meiri og meiri hava grava seg niður í skotgrøvir og skuldsett mótpartarnar fyri baði líkt og ólíkt.
Tá so verðandi formaður alment boðar frá at hann letur seg stilla upp aftur uttan at hava kunnað nevndina um avgerðina, far hetta meirilutan í nevndini at skriva bræv til formannin har teir boða frá at teir ikki kunnu stuðla formanninum.

Vit endurgeva niðanfyristandandi bræv, men skulu samstundis vísa á at brævið er bert ein partur av tí sum er fari fram í samskiftinum ella vantandi samskiftinum í FSF leiðsluni.


Brævið sum nevndarlimir í FSF sendu formanninum tann 7. januar 2004:

Góði Dánjal
Sum kunnugt hevur tú alment boða frá, at tú á komandi aðalfundi ætlar at stilla upp aftur sum formaður fyri FSF.
Vit undrast á, at tú alment boðar frá hesum, serstakliga tá hugsa verður um, at nevndin als ikki hevur viðgjørt uppstillingina til komandi aðalfund, herundir hvønn nevndin skal peika á sum komandi formann fyri FSF.
Á seinasta nevndarfundi varð avtalað, at nevndarfundur verður komandi leygardag, har m.a. aðalfundurin komandi skal umrøðast.
Eftir seinasta nevndarfund varð eftir tínari áheitan hildin ein serligur fundur, har umsitingin ikki var umboðað.
Orsøkin til hettar segði tú verða vánaliga arbeiðslagi millum teg og skrivaran, og málið varð á fundinum sett so skart upp, at tú boðaði frá, at antin mátti skrivarin fara ella vildi tú taka avleiðingarnar, og sjálvur leggja frá sær.
Tað skal ikki verða nøkur loyna, at undirritaðu seinastu tíðina hava hugsa gjølla um støðuna og um tín leiklut sum formaður fyri FSF seinastu tvey árini.
Orsøkin til hetta umhugsni hevur verið, at vit ivast stórliga í, um tú ert tann rætti persónurin til at standa á odda fyri arbeiðinum innan FSF.
Hetta hevur sum so einki við viðurskiftini hjá skrivaranum at gera, tí vit halda sjálvandi, at tað er burturvið at seta tingini so hart upp móti hvørjum øðrum, nevniliga at annar persónurin uttan mun til umstøðurnar annars skal metast at útilokað hin persónin.
Vit meta, at tú við at seta tingini so skart upp móti hvørjum øðrum enn einaferð hevur víst, at tú ikki megnar at standa fyri leiðsluni innan FSF.
Eftir okkara meting eigur ein formaður fyri FSF at leggja dentin á at verða ein savnandi persónur, sum leggur alla orku í at loysa trupuleikar og at fáa tingina at glíða so væl sum gjørligt.
Tú hevur seinastu tvey árini eftir okkara meting ikki prógva, at tú ert førur fyri at loysa hesar uppgávur.
Tvørturímóti hava vit ofta uppliva teg sum ein sera óligiligan persón, eisini tá tað hevur verið brúk fyri at samansjóða ymisk sjónarmið.
Í staðin fyri at loysa trupuleikar hevur tú gjørt rættuliga nógv burtur úr at “umrøða” tær ósemjur sum hava verið, og so samstundis á ein sera óstorsligan máta krevja tín vilja framdan, ella við at umrøða “ósemjurnar” á nevndarfundi á ein rættuliga óhøviskan hátt.
Nevndararbeiði hevur av hesi orsøk verið rættuliga stirvi og strævið, og nevndarfundirnir blíva tí ikki serliga konstruktivir, og ofta er tjakið steðga í smálutum, uttan at nevndin nakrantíð er komin í tað støðu at viðgera ymiskar tættir á einum hóskandi støði.
Nevnast kann, at tú frá fyrsta degi hevur latið skína ígjøgnum, at tú ikki hevur serliga stórt álit á umsitingini, og hevur hetta m.a. havt við sær, at nevndin sum oftast hevur brúkt mestu tíðina til at viðgera reinar avgreiðsluspurningar. 
Vit hava í stóran mun sakna nevndarviðgerðir av principiellum málum, tað verið seg viðvíkjandi prioriteringum inna FSF, eitt nú hvussu ungdóms-, útbúgvingar- og landsliðsarbeiði skal leggjast til rættis, hvussu heimliga kappingin skal skipast og hvussu vit á einum yvirordnaðum støði verða førir fyri at taka ímóti teimum krøvum, sum vit vita verða sett av UEFA.
Heldur ikki spurningurin um stuðul til feløgini, herundir tann stuðul sum nú er møguligur at fáa til vega frá altjóða fótbóltssamgongunum, hevur verið umrøddur. Soleiðis hevur spurningurin um stuðul til fótbóltshøllir, sum nú hevur verið so nógv umrøddur, ongantíð verið umrøddur av nevnd FSF´s.
Eisini tá hugsa verður um arbeiði innan UEFA og FIFA, so verður so at siga heldur eingin kunning givin nevndini um tað arbeiði sum gongur fyri seg innan hesar samgongur, og nevndin verður heldur ikki spurd um hvørja støðu FSF skal hava til mál, sum skula til atkvøðugreiðslu í altjóða høpi.
Samanumtikið er tað okkara endaliga niðurstøða, at vit ikki ætla at stuðla tær sum nevndarinnar uppskot til formann fyri FSF. Vísandi til, at vit undir øllum umstøðum umboða meirilutan í nevnd FSF´s fara vit inniliga at heita á teg um at taka teg aftur sum formannsvalevni til komandi aðalfundin í FSF.
Vit eru sera harmir um at skula geva tær hesi skrivligu boð. Vit vóna, at vit sleppa undan at skula fara undir eina atkvøðugreiðslu í nevndini um henda spurning, og er tað okkara samlaða vón, at tú eftir at hava lisið hetta skriv tekur avgerð tína um at stilla upp sum formaður á komandi aðalfundi upp til nýggja viðgerð.

Vinarlig heilsan
Christian Andreasen
Karl Vidtfeldt
Rúni Heinesen
Niclas á Líðarenda

Harleyfacadeacryl