Nú má okkurt henda skrivar Óli Lassen
Skullu vit framhaldand kunna rósa okkum av, at hava eina av bestu havnunum í Føroyum er neyðugt at havnaviðurskiftini inni á vánni betrast munandi.
Tað er at fegnast um, at tað eru komin fleiri ísfiskaskip til Klaksvíkar, og krevur hetta eisini at umstøðurnar hjá skipunum eru nøktandi. Sum støðan er í dag, eru tað stórir trupulleikar hjá skipunum at liggja norðarliga á Kósa bryggjuni og er neyðugt at gera nakað við hetta.
Tað ber ikki til at skip í heilum slíta endarnar við bryggjuna á Kósini. Eisini hava útróðrarbátarnir við stengabrúnna ringar umstøður og hava teir víst á hetta yvirfyri kl kommunu.
Tað er eingin yvi um at neyðugt er at gerða gtótkast fyri at betra um havnaviðurskiftini her hjá okkum.
Óli M. Lassen




