Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neyðugt er tí at nýskipa verandi samferðslugjøld

Kristina Háfoss

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Kristina Háfoss heldur at neyðugt er at nýskipa verandi samferðslugjøld (vegskatt, gjøld hjá SSL, gjøld í undirsjóvartunlum, avgjald á brennievni v.m.), so vit í størri mun lyfta rakstur, viðlíkahald og útbyggingar av samferðslukervinum í felag, samstundis sum ávísur partur av gjaldinum verður knýttur at nýtsluni av samferðslukervinum.

Spurningar til løgtingslimir

Skullu Føroyar frahaldandi verða skipaðar sum eitt valdømi?

Er tað rætt at krevja bummgjøld í Norðoya- og Vágatunnlunum eftir at íløgan er afturgoldin?

KRISTINA HÁFOSS – Hervið svarini:

Skulu Føroyar framhaldandi verða skipaðar sum eitt valdømi?

Ja í verandi løtu. Men har eru styrkir og veikleikar bæði við einum valdømi og somuleiðis við fleiri valdømum. Rættast hevði tí verið, at sett eina nevnd at viðgera málið nærri, fyri at fáa lýst fyrimunir og vansar við verandi skipan, og fyri at koma við møguligum uppskotum til, hvussu vit fáa eina so góða framtíðar valskipan sum møguligt.

Er tað rætt at krevja bummgjøld í Norðoya- og Vágatunnlunum eftir at íløgan er afturgoldin?

Vit skulu øll vera við til at rinda fyri rakstur, viðlíkahald og útbygging av okkara samferðslukervi. Neyðugt er tí at nýskipa verandi samferðslugjøld (vegskatt, gjøld hjá SSL, gjøld í undirsjóvartunlum, avgjald á brennievni v.m.), so vit í størri mun lyfta rakstur, viðlíkahald og útbyggingar av samferðslukervinum í felag, samstundis sum ávísur partur av gjaldinum verður knýttur at nýtsluni av samferðslukervinum.

Vil ynskja tykkum á Norðlýsinum alt tað besta í nýggja árinum.

Vinarlig heilsan,

Kristina