Bárður Østerø, bóndi á Trøllanesi sigur at ídag eru júst 20 ár liðin síðani eitt nú ein kampingvognur við nógvum gróti uppi í sær varð slongdur langt niðan í hagan.
Hesaferð var tað so neystið og báturin tað galt. Vit høvdu eitt fýramannafar hangandi í einum planka uppi undir tróðrinum á Neystinum, og sum sæst á myndunum, so hevur báturin tikið plankan við sær.
Fyrst sóu vit bátin í túninum og síðani kom ein hvirla afturat og tók bátin longur oman og triðja hvirlan tó hann oman í ánna.
Tað mundi vera út ímóti 100 metrum hjá okkum at bera bátin niðaneftir.
Ringast var veðrið her um 11 tíðina til umleið 14.30. Tá var hann ússiningur vestan, ringasta ætt á Nesi. Men aftaná hálvgum trý, snaraði hann longur norðuryvir, og nú er veðrið nógv betur.
Men synd at siga, at vit flota nógv bát á Trøllanesi. Nú tunlarnir eru og bátahylur á Syðradali, er tað har vit fara tá vit skulu á flot. Hetta fýramannafarið, sum nú fór í smildur hevur so í hvussu so er ikki verið flotað síðani konan hjá mær flutti higar, og tað eru 21 ár síðani.
Vit lata myndirnar tala fyri seg.




