Eg vaks upp undir smáum korum í Skopun í 50unum og fór sum 13 ára gamal til skips at tjena pengar til konfirmatións klæðningin so eg havi sjálvur upplivað á mín egna kropp hvussu tað er at liva undir trongum korum. Eg kann bara staðfesta at toppurin í Javnaðarflokkinum er í dag mannaður av akademikarum sum hava til frágd at tosað um arbeiðaran, men sum als ikki kenna til hvussu hesi í veruleikanum hava tað, sigur Gerhard Lognberg, sum leygardagin bleiv tveittur úr Javnaðarflokkinum
Eg vaks upp undir smáum korum í Skopun í 50unum og fór sum 13 ára gamal til skips at tjena pengar til konfirmatións klæðningin so eg havi sjálvur upplivað á mín egna kropp hvussu tað er at liva undir trongum korum. Eg kann bara staðfesta at toppurin í Javnaðarflokkinum er í dag mannaður av akademikarum sum hava til frágd at tosað um arbeiðaran, men sum als ikki kenna til hvussu hesi í veruleikanum hava tað, sigur Gerhard Lognberg, sum leygardagin bleiv tveittur úr Javnaðarflokkinum
– Á seinasta løgtingsvalinum varð eg einasti tinglimur hjá flokkinum sum bleiv afturvaldur og eg fekk ikki færri enn 344 atkvøður og fekk triðflestar atkvøður. Men eg merki beinanvegin at hetta passaði ikki væl hjá akademikarunum sum í dag manna toppin í Javnaðarflokkinum. Tey tosað sum um at tey arbeiða fyri verkamannin og kvinnuna, men hvussu kunnu tey tað tá tey meginpartin av lívinum hava gingið í skúla?
Gerhard fekk rósur við á vegnum
– Veruleikin er at tað í dag eru nakrir fáir persónar sum ráða í Javnaðarflokkinum. Í Kringvarpinum lat formaðurin sum um at hetta var eftir ynski frá limunum at eg var tveittur út, men tað er tað ikki. Limirnir í Javnaðarflokkinum eru als ikki spurdir. Tað er nevniliga starvsnevndin sum er mannað av formonnunum í lokalfeløgunum sum hevur fundast við formannin í Javnaðarflokkinum nakrar ferðir í loyndum og síðani hava eisini nevndarfundir verið í nøkrum feløgum um málið. Øll viðgerin hevur verið hildin loynilig og ikki fyrr enn avgerðin var tikin er nakað komið fram alment. Almenningurin hevði heldur ikki atgongd til fundin tá endaliga avgerðin bleiv staðfest. Og Tað vóru sera fá fólk á fundi í Havn leygadagin og bert formaðurin og onkur eistakur tók orðið. Tí kann eg staðfesta at tað eru nakrir fáir persónar sum hava tveitt meg úr flokkinum, og tí kendist tað løgið at uppliva at Aksel V. Jóhannesen á fundinum tók orðið og rósti mær at eg skuldi verða ein skilamaður og at eg skuldi hava nógvar góðar politiskar dygdir. Hann tók ákæruna aftur um at eg skuldi havt kallað fyrrverandi formannin í Javnaðarflokkinum fyri landasvíkjara, og tað var eisini tað minsta tí tað havi eg ongantí gjørt!
– Alt hevur gingið fyri seg aftanfyri stongdar dyr á loynifundum og í tilgongdini hevur formaðurin ongantíð tosa við meg um nakað sum helst og vísir hetta eisini hvussu konfliktsky formaðurin er.
– Eg kenni meg verða tveittan út av eini akademikara-kliku í javnaðarflokkinum sum m.a. stríðist fyri málum sum skrásett parlag og líknandi, sum eg ongantíð fari at taka undir við.
– Eg valdi ikki at taka orðið á fundinum leygardagin tí avgerðin at tveita meg út var tikin áðrenn fundin, og eg vanti heldur ikki at eg fari at kæra avgerðina – tí tað er nyttuleyst eftir eina slíka viðgerð.
Neyvan friður
Gerhard Lognberg sigur at hann nú ferð at geva sær stundir til at hugsa seg um, men hann vantar ikki at hann verður verandi uttanflokkatingmaður leingi. Spurningurin er nú hvat Javnaðarflokkurin far burtur úr at tveita sandoyartingmannin úr flokkinum, tí Kristin Michelsen sigur seg umhugsa sína støðu í Javnaðarflokkinum og næstformaðurin í Javnaðarflokkinum, Heðin Mortensen, tykist heldur ikki taka undir við framferðini – í øllum føri hevur hann gjørt sína støðu greiða í brævið sum almenningurin ikki fær innlit í. Harafturat hevur Hendrik Old, valt onga viðmerking at hava til málið og tí eru ábendingar um at friður nyvan er innanflokka – nú sandoyartingmaðurin er tveittur út.
Hoyr eisini røðuna hjá Gerhardi í Løgtinginum har hann ger greitt hvussu stóran týdning Sandoyartunnilin hevur fyri hann:




