Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neyvan grundarlag fyri meira enn einum parið

John William Joensen

Teir hjá Chr. í Grótinum í Klaksvík hava keypt partrolararnar Nónhamar, Fjalshamar, Smaragd og Safir frá Føroya Banka.

Avtalan var undirskrivað fríggjadagin og sambart Eyðun Rasmussen, stjóra í P/F Christan í Grótinum verða tvey av skipunum allarhelst løgd.

– Føroya Banki avgjørdi jú at selja nøkur av fiskiloyvunum sum bátarnir hava havt til aðrar og tí er neyvan grundarlag fyri at allir fýra bátarnir fara aftur til fiskiskap.

– Vit fara fyrst at fáa bátarnar norður og fara síðani at kann hvat skal gerðast við teir.

– Tá hetta arbeiðið er gjørt verður avgerð tikin um hvussu víðari skal farast, men eg væntið ikki at tað verður meira enn tað eina parið sum ferð aftur til fiskiskap.

– Vit hava onga avtalu gjørt við Kósavirkið men tað er náttúrligt at vit fara at tosað saman so skjótt sum gongd kemur aftur á virksemið á Kósini.

Nýggja Norðborg kemur á Páskum

Eyðun Rasmussen sigur at nýggja Norðborg kemur vantandi til páskar.

– Tað gongur heldur seint at fáa nýggju Norðborg endaliga lidna men vit rokna við at brúka ein mánaða afturat so vónandi kemur hon til Klaksvíkar á páskum.

– Týsdagin vóru teir ein royndartúr og alt riggaði sera væl.

Harleywoodpaint