Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Neyvan nøkur tilgongd hjá KÍ í dag

Jákup Ósá

Seinnapartin kl. 16.00 letur flytingarvindeygað aftur.

Haakon Lunov segði undan stórsteypadystinum, at KÍ var liðugt at keypa inn, men viku seinni ljóðaði, at støðan var broytt. Og KÍ hevur eisini verið í samband við feløg um leikarar. M.a. hevur verið skrivað í íslendskum miðlum, at KÍ hevur spurt seg fyri hjá íslendska toppskjúttanum í fjør, Emil Atlason. Tann avtalan bleiv av ongum, tí Stjarnan var ikki áhuga at selja.

Sum Norðýsið skilir, so er ikki sannlíkt, at nøkur tilgongd kemur til KÍ í dag. Flestu viðmerkjarar hava mett, at flytingarvindeyga í vetur hevur viknað um KÍ-hópin. Ein KÍ-hópur, sum eisini tykist harðari raktur av skaðum enn kappingarneytarnir. Tá Norðlýsið spurdi nakrar KÍ-fjepparar um kappingarárið fyri viku síðani, so var eisini semja millum teir um, at tey vóru ikki nøgd við flytingarvindeyga, sum tað sá út tá, og síðani tá hevur eingin broyting verið.