Um Fólkaflokkurin velur at taka stuðulin til samgonguna aftur verður neyvan talan um val í úrtíð – tí er mest sannlíkt at Fólkaflokkurin leitar eftir nýggjum landsstýrismanni
Tað er eingin hvítur roykur komin úr Fólkaflokkshølunum á Gamla Apoteki, men dúgliga verður gitt hvat flokkurin fer at gera.
Nú so stutt er til val verður ikki roknað við at flokkurin fer at taka stuðulin til samgonguna aftur – tí hetta far neyvan nakra praktiska ávirkan á tey mál sum samgonguflokkararnir hava lagt fyri tingið.
Einasta avleiðing verður at løgmaður noyðist at siga Jógvan á Lakjuni úr starvi í mentannarmálum og Fólkaflokkurin kann so taka støðu til um flokkurin skal atkvøða ímóti teimum málum sum hann er pápi at í løgtinginum.
Fleystu eygleiðarar vanta at flokkurin fer at koma við eini útmelding – men annars fer at velja ein nýggjan landsstýrismann.
Her verður í fyrstu atløgu roknað við at roynt verður at finna onkran í tingbólkinum og her er mest eyðsýnda valið – Jørgin Niclasen.
Men eisini kann Fólkaflokkurin velja at instilla ein persón uttan fyri tingbólkin – sum eitt nú Sambandsflokkurin gjørdi við at velja Magna Laksáfoss.
Her hevur flokkurin nøkur áhugaverd val.
M.a. gjørdist nýggja stjørnuskotið í flokkinum Annika Olsen nummar trí við 535 atkvøðum til fólkatingið og harvið hevði flokkurin eisini fingið eina nýggja kvinnu.
Hinvegin er sera trupult at síggja burtur frá Jákup Mikkelsen sum gjørdist nr. 4 til Fólkatingið og er úr høvuðsborgini hjá Fólkaflokkinum í Norðoyggjum.
Nr. 7 á listanum til Fólkatingið er eitt sera populert val – nevnuliga Rodmundur Nielsen, sum eisini hevur verið borgarstjóri í Runavík.
Líkamikið hvørja avgerð flokkurin tekur ella ikki – so hevur tað stóran áhuga fyri flokkin at ikki ov long tíð gongur – tí øll vita at tað kann skapa ófrið innanflokka.




