Fyrrverandi liðskiparin hjá GÍ og Víkingi spælir ikki afturí Sarpugerði.
Um vikuskiftið kundi ein síggja, at klaksvíkingurin ikki varpartur av hópinum hjá Víkingi. Norðlýsið skrivaði eisini í síðstu viku, atNiclas var uppá tal í KÍ. Venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, váttar, at Niclas hevur spæltsín seinasta dyst fyri Víking, men fer ikki til nakað annað felag.
– – Niclas er givin at spæla. Hann hevur eittarbeiði sum ger, at hann ikki sá seg føran fyri at kunna leggja tað orku í, sumkrevst til Effodeildar fótbólt. Partarnir skiljast í øllum góðum og vit havabara gott at bera honum. Hann er ein fantastiskur perónur at hava í einum hópi.Hann gevst við fótbóltinum, og fer tí heldur ikki til nakað annað felag atspæla, sigur venjarin hjá Víkingi.
Niclas Niclasen fór til GÍ í 2006 og hevur spælt íSarpugerði síðani tá. Fleiri ár sum liðskipari. 33 ára gamli leikarin hevursambært FaroeSoccer leikt tilsamans 266 dystir í Effodeildini.




