Ein av grundstuðlunum í KÍ verjuni Niclas Niclasen, skal komandi kappingarár leika við B36
– Tað er baði persónligar og ítróttarligar orðsøkir til at eg valdi at fara til B36, sigur Niclas Niclasen, sum komandi ár verður partur av hópinum hjá árstalsfelagnum úr høvuðsstaðnum.
– Reint arbeiðsmessiga er tað lættari hjá mær at verða í høvuðsstaðnum, men tað er eingin loyna at eg meti eisini tær ítróttarligu avbjóðingarnar verða størri í B36 komandi ár.
– Eitt nú skulu vit spæla í Evropa Cup, sum telur nógv hjá mær. Tí eri eg eisini sera spentur til uppgávuna í B36, og eri glaður um at eg havi fingið hendan møguleika.
Niclas Niclasen kom fyrstuferð á 1.deild hjá KÍ í 1996 tá Jóannes Jacobsen var venjari.
Hann var bert ein dyst uttanfyri við skaða í ár, og leikti annars allar dystirnar, sum partur av KÍ verjuni.
Sáttmálin var undirskrivaður týsdagin og er galdandi fyri komandi kappingarár.




