Í Silkeborg er hann heilt úti í kuldanum
Silkeborg liggur í løtuni á 5. plássi í næstbestu donsku deildini. Tað er her, at NSÍ hevur fingið Nicolai Kølert at royndarvenja hesa vikuna. Á Midtjyllands avis stendur at lesa, at Kølert er endaður heilt úti í kuldanum í Silkeborg og hevur vant við ungdómsliðnum seinastu tíðina. Tí hevur núverandi NSÍ venjarin og fyrrverandi hjálparvenjarin hjá Silkeborg, Anders Gerber, fingið hann til NSÍ. Kølert segði við bold.dk í desember, at hann var úti eftir at skifta felag fyri at fáa meira spælitíð, sum hann als ikki hevur fingið í Silkeborg seinastu mánaðirnar, har hann annars hevur sáttmála fram til á sumri 2018.




