Tað samtykti ein meiriluti í byggi- og býarskipannarnevndini fríggjadagin, og samstundis verðu økið oman fyri Oyravegin lagt út til almenna bygging
Jákup Mikkelsen, formaður í Byggi- og býarskipannarnevndini sigur, at ein meiriluti (Jákup Mikkelsen og Gunnvá við Keldu) samtykti at mæla býráðnum til at varðveita økið niðanfyri Oyravegin sum grønt økið.
– Vit hava mælt til at økið niðanfyri Oyravegin verður grønt økið og at umsitingin í býráðnum ger eina heildarætlan fyri alt økið.
– Meirilutin samtykti eisini at økið omanfyri Oyravegin verður nýtt til almenna bygging, tvs. Almennar bygningar og skrivstovur.
– Eg havi alla tíðina verið ímóti at økið niðanfyri Oyravegin bleiv brúkt til handilsøkið tí hetta er eitt sera vakurt økið og eingin orðsøk er til at skunda eina bygging ígjøgnum.
– Býráði skal viðgera tilmælið frá nevndini týskvøldið og eg meti at góður møguleiki er at fáa meirluta fyri at leggja leggja Gerðabø út sum grønt økið.
Ein minniluti í nevndini, Eyðgunn Samuelsen tók ikki undir við tilmælinum frá meirilutanum, men helt seg til tað, sum býráði áður hevði samtykt.
Rani Nolsøe og Hans Arne Bertholdsen vóru burtirstaddir.
Samtykkir býráði tilmælið frá byggi- og býarskipannarnevndini far Keypsamtøkan ikki loyvi at byggja á økinum.




