Løgtingsins Umboðsmaður hevur gjørt niðurstøðu í einum máli millum Meginfelag Útróðarmanna og Fiskimálaráðið.
Løgtingsins Umboðsmaður hevur gjørt niðurstøðu í einum máli millum Meginfelag Útróðarmanna og Fiskimálaráðið.
“Eg hava ikki viðmerking til, at avgreiðslutíðin í hesum máli er knappar 3 mánaðar, tí talan er um fyrispurning um tulking av lógini um vinnuligan fiskiskap og ikki um eitt umsóknarmál.” Tað sigur Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins Umboðsmaður, sum hevur gjørt niðurstøðu í einum máli millum Meginfelag Útróðarmanna og Fiskimálaráðið.
“Men at Fiskimálaráðið í hesum tíðarskeiði ikki svarar rykkjarunum frá MÚ, og ikki kunnar felagið um, nær Fiskimálaráðið vantar, at teirra niðurstøða verður klár, haldi eg ikki vera í tráð við góðan fyristingarsið, og gevi eg tí Fiskimálaráðnum eina átalu fyri hetta,” sigur hon.
Burtursæð frá hesum ger hon ikki meir við málið.
Hildu at viðgerðin tók ov langa tíð
Meginfelag Útróðarmanna sendi tann 23. februar ein fyrispurning til Fiskimálaráðið um møguleikarnar fyri at fáa fatur á ónýttum fiskidøgum til limir teirra. Fiskimálaráðið sendi longu sama dag spurningin til Vørn.
Meginfelag Útróðarmanna er misnøgt við viðgerðina av málinum og hevur tí kært til Løgtingsins Umboðsmann, men Umboðsmaðurin gevur ikki felagnum viðhald.
Ikki ov long tíð, men áttu kortini at havt svarað rykkjarunum
”Eftir at hava lisið klaguna, frágreiðingina frá Fiskimálaráðnum og skjølini í málinum havi eg boðað klagaranum frá, at eg ikki haldi grundarlag vera fyri at gera meira við klaguna,” sigur Sólja í Ólavsstovu.
Í skjølunum í málinum framgongur, at tað hevur gingið striltið hjá felagnum at fáa svar frá Fiskimálaráðnum. Ikki fyrr enn MÚ hevði sent Fiskimálaráðnum 4 rykkjarar og víst á, at málið hevði skund, svaraði Fiskimálaráðið tann 30. mai 2016 fyrispurninginum, og seinni tann 21. juli 2016 gav Fiskimálaráðið, eftir áheitan frá MÚ, nærri grundgeving fyri niðurstøðuna, sum varð fráboðað í skrivinum frá tann 30. mai 2016.
”Eg hava ikki viðmerking til, at avgreiðslutíðin í hesum máli er knappar 3 mánaðar, tí talan er um fyrispurning um tulking av lógini um vinnuligan fiskiskap og ikki um eitt umsóknarmál,” sigur Løgtingsins Umboðsmaður. Hon gevur tó Fiskimálaráðnum eina átalu fyri ikki at hava svarað rykkjarunum frá Meginfelag Útróðamanna, og fyri ikki at hava kunnað felagið um, nær roknast kundi við at niðurstøðan varð klár.




