Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Niðurstøðurnar eru ikki kollveltandi

Helgi Abrahamsen

Síðani í januar hava 33 serfrøðingar og 9 limir í einum politiskum fylgibólki arbeitt við at gera eina menningarætlan fyri føroyska sjúkrahúsverkið. Álitið frá bólkinum varð handað landsstýriskvinnuni í heilsumálum í morgun, men ikki kann sigast, at niðurstøðurnar eru serliga kollveltandi.

Vit fáa at vita, at stóru avbjóðingarnar hjá sjúkrahúsverkinum eru aldursbýtið, medisinska menningin og trotið á heilsustarvsfólkum. Eisini verður greitt frá, at jú eldri vit blíva, meira hava vit brúk fyri heilsuhjálp. So hvørt sum eldru borgararnir gerast fleiri í tali, økjast avbjóðingin hjá heilsuverkinum tilsvarandi, stendur í álitinum.

Men meðan niðurstøðurnar eru júst so sum roknast kundi við frammanundan, so fáa ítøkiligu tølini í frágreiðingini okkum kanska at ógvast við.

120 mió. krónur fyri aldurin

Bara aldurssamansetingin ger, at útreiðslurnar hjá sjúkrahúsunum fara at vaksa við 120 mió. krónum ta komandi fjórðingsøldina, stendur í álitinum.

Hóast bara 23 prosent av íbúgvunum í Føroyum eru eldri enn 60 ár, so er umleið helvtin av teimum sum eru innløgd á sjúkrahúsini í hesum aldrustbólkinum. 18 prosent av innleggingunum eru fólk eldri enn 80 ár, hóast tey bert eru 5 prosent av íbúgvunum.

Hesi tølini vísa greitt, at jú fleir eldri borgarar eru í samfelagnum, fleiri pengar mugu vit brúka til sjúkrahúsverkið. Og júst talið av eldri borgarum er í stórum vøkstri. 

Álitið sigur, at bara fyri hesa gongdina skulu vit brúka 120 mió. krónur afturat innan 2040.

Medisinsk menning kostar eisini

Umframt aldurssamansetingina skulu vit eisini brúka nógvar pengar til nýggjar viðgerðir.

Í álitinum stendur, at gransking og nýskapan geva nýggjar møguleikar at viðgera sjúklingar, nýggjan heilivág og medisinska útgerð.

”Fleiri og fleiri sjúkur kunnu viðgerast og ofta tryggari og munabetri enn fyrr,” sigur álitið. Men samtíðis sum vit kunnu fegnast um, at batarnir eru komnir nógvum sjúklingum til góðar, so er eitt álvarsligt hjáárin við hesi góðu gongdini, at heilsuútreiðslurnar økjast støðugt. Ein avleiðing er, at í øllum vesturheiminum vaksa heilsuútreiðslurnar skjótari enn restin av búskapinum.

Ikki ítøkiliga loysn á starvsfólkatrotinum

”Økti tørvurin á tænastum merkir, at tørvur er á fleiri heilsustarvsfólkum,” stendur í álitinum, og víst verður á, at hesin trupulleikin er ikki ein serføroyskur trupulleiki. Men álitið hevur ikki nakað ítøkiligt uppskot um, hvussu trupulleikin skal loysast.

Mælt verður til, at leiðslan á sjúkrahúsunum saman við neyðugari serlæknafrøði ger eina neyva lýsing av hvørjar sergreinar skulu vera í Føroyum, eina tíðarætlan fyri hesum og hvussu hesar sergreinar eiga at verða mannaðar,” stendur í álitinum.

Onnur tilmæli

Av  øðrum tilmælum í  álitinum kunnu nevnast:

· Ein felags leiðsla skal verða fyri øll  trý sjúkrahúsini

· Øll akuttviðgerð skal  fremjast  á  Landssjúkrahúsinum

· Endurvenjingin skal uppstigast

· Mælt verður til, at avtalur verða gjørdar við sjúkrahús uttanlands um  starvsfólkaumbýti

· Stovnsetan av læknaútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya

Álitið “Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið” er fyrsti partur av eini samlaðari ætlan at mennaheilsuverkið til framtíðar avbjóðingar, stendur í fororðunum.