Nýggjársaftaná ”Posthúshjørninum”, ella á 1. parkett í Klaksvík, nevniliga á Klaksvíksvegi nr 1, í Mentanarhúsinum í Klaksvík.
Beint áðrenn nýggja árið verður skotið inn, fer Klaksvíkar Kommuna at heiðra eitt av býarbørnum sínum.
Tað snýr seg um Mentanarheiðursløn Nólsoyar Páls.
Í fjør var fyrsta tiltakið av hesum slag roynt. Tá fekk Hanus G. Johansen stóra heiðurin.
Fram úr royndunum, sum gjørdar vóru tá, sprettur eitt enn størri átak í ár.
Meira verður at frætta um tiltakið seinni. Niðurteljingin her á www.nordlysid.fo, sum í kvøld vísir 5 dagar 0 tímar , 55 minuttir og 8 sekund, fer komandi dagarnar at minna okkum øll á at hittast á ”Posthúshjørninum” nýggjarsaftan.
Hvør fær heiðurin ”Mentanarheiðursløn Nólsoyar Páls? Spennandi verður at frætta.




