Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Niels og Eli: Ein av landsins bestu leikarum

Jákup Ósá

TB fjepparin Niels Petersen og fyrrferandi B68 liðfelagin Eli Simonsen halda, at KÍ í Ndende hevur fingið ein avlandsins bestu leikarum í hópin hjá sær.

TB fjepparin Niels Petersen og fyrrferandi B68 liðfelagin Eli Simonsen halda, at KÍ í Ndende hevur fingið ein avlandsins bestu leikarum í hópin hjá sær.


Nýggi KÍ leikarin Ndende hevur eina fortíð í TB og B68. Norðlýsið hevur spurt ein TB fjeppara og ein fyrrverandi B68 leikara um, hvat KÍ viðhaldsfólk kunnu vænta av Ndende.


Niels: Ein av landsins bestu leikarum

Kendi TB fjepparin Niels Petersen hevur fylt væl við Effodeildini 2013 og serliga TB. Hann letur væl at nýggja KÍ leikaranum.

Ndende er ein krút hamrandi sterkur miðvallari. Ja millum tríggjar teir frægastu í landinum enntá, tá eg tosi um sentralar miðvalla leikarar. Eftir mínum tykki fara vit at síggja ein enn sterkari og meira markantan Ndende í KÍ, enn vit áður hava sæð, nú hann kemur til eitt lið, ið fer at bjóða av í oddastríðnum. Hann hevur verið rættuliga “einsamallur” á sentrala miðvøllinum á undanfarnu liðum sínum, men komandi ár vænti eg, at vita fara at síggja hansara veruligu styrki. Hann var fantastiskur fyri TB, og eg harmist almikið yvir, at hann er farin hiðani. KÍ fara eftir mínum tykki at fáa enn meira burturúr krútsterku senegalsku bjørnini, sigur Nils Petersen um Ndende.


Eli: Ein veruligur fongur

Viðoyingurin Eli Simonsen lesur í USA, men spældi í summar á næstbesta liðinum hjá KÍ. Hann spældi í 2010 og 2011 saman við Ndende í B68. Hann er samdur í Niels við, at kemur Ndende til sín rætt, so hevur KÍ fingið ein av bestu leikarunum í føroysku kappingini í sín hóp.

Mín meining um hann er, at tá hann sleppur til sín rætt og hevur spæligleði, tá er hann nokk ein tann besti leikarin í Føroyum. Hann er heilt ótrúliga dugnaligur at spæla skjótt kombinatiónspæl, tá liðfelagar síggja tað og koma við í spælið. Vert er at leggja til merkis, at hann dekkar øll plássini á vøllinum. Hjálpur til har afturi, luttekur í spælinum, fer inn í feltið, er sterkur í luftini o.s.fr., sigur Eli Simonsen.

Hann heldur, at tað besta fæst burturúr Ndende á miðvøllinum.

Eg haldi avgjørt, at hann er best á miðvøllinum og kann faktisk gera, sum hann vil. Her hugsi eg um, at hann ikki skal bindast sum ein verjukendur miðvalla leikari, men sum sentralur miðvalla leikari við loyvi at reika runt. Har er hann best. Tá hann sleppur tað, so er hann allastaðni á vøllinum, sigur Eli Simonsen.


Les eisini:

KÍ hevur finggið besta leikaran í deildini (Bill M. Jacobsen um Ndende)