Niels Uni Dam, kandidatur í samskifti og filosofi, sigur, at tað er journalistiskt rætt at føroyskir miðlar viðgera og vísa myndir av grindadrápi. Men serliga netmiðlarnir eiga at verða tilvitaðir um, at myndirnar eiga ikki at standa einsamallar tí tær skapa ógvisliga øsing í útheiminum.
Niels Uni Dam, kandidatur í samskifti og filosofi, sigur, at tað er journalistiskt rætt at føroyskir miðlar viðgera og vísa myndir av grindadrápi. Men serliga netmiðlarnir eiga at verða tilvitaðir um, at myndirnar eiga ikki at standa einsamallar tí tær skapa ógvisliga øsing í útheiminum.
Sum vanligt er fylgja vit á Norðlýsinum væl við tá grind er, tí alt sum hevur við føroyska mentan og serliga veiðumentan hevur okkara stóra áhugað. Men eftir at myndir vóru lagdar út av grindadrápinum í Fuglafirði sunnudagin eru myndirnar farnar umvegis facebook um allan heim og tey sum viðmerkja eru sera noylig.
Kunnu ikki bara vísa myndir.
Niels Uni Dam, samskiftisráðgevi, sigur at hóast tað er journalistiskt púra rætt at fjølmiðlar vísa myndir av grindadrápi so mugu miðlarnir samstundis vera tilvitaðir um støðuna sum føroyska grindadrápið skapar.
– Man kann siga, at um tað ikki er borðbart at vísa á Nordlysid.fo, so er tað ikki miðilin, men drápið, ið ikki er borðbart. Ein journalistur hevur ábyrgd at vísa veruleikan, og grindadráp er partur av okkara veruleika, sigur Niels Uni.
Men hann leggur eisini dent á, at miðlar eiga at minnast til, at tá tú leggur eitt ting á netið, so eru tað nógv, ið síggja tað, ið als einki skilja av tí, ið stendur skriva, og tí eiga miðlarnir eina serliga ábyrgd, t.d. tá talan er um grindadráp.
Myndirnar fara at skapa øsing uttanlands og tí kunnu tær ikki standa einsamallar, altso ikki um miðilin vil hava veruligu søguna fram. Ein loysn kundi verið, at miðlarnir samstundis at vísa til kunnandi tilfar um grindadráp, sum eitt nú er at finna á whaling.fo.
–Hettar er tó eitt trupult mál hjá føroyskum miðlum at meta um, men eg skilji væl at miðlarnir ikki kunnu lata verða við at skriva um grindarakstur og dráp. Men teir eiga samstundis at kenna ábyrgd, sigur Niels Uni.
Hann vísir eisini á, at har eru jalig argument fyri grindadrápi, eitt nú tað umhvørvisvinarliga við, at kjøtið verður veitt á staðnum. Tí vit spara allan transport, ið vit eitt nú hava av neytakjøti og svínakjøti, men hesa søguna hoyra útlendsku viðmerkjararnir ikki.




