Enna Garðshorn Mikkelsen, Cand. mag. í europeiskari etnologi og journalistur, helt í gjár sunnudagin fyrilestur í Mikladali um søgnina um Kópakonuna.
Enna hevur givið út bókina Sælkvinden, við undirtitlinum En sælsom fortælling. Elsa Heinesen, dóttir Levi Heinesen í Klaksvík, ið er myndalistarkvinna og sniðgevi, hevur myndprýtt bókina.
Fyrilesturin var tikin úr bókini og sigast má, at eins og søgnin um Kópakonuna hevur bergtikið mangan, so rúnarbant Enna okkum við fyrilestri sínum, sum hon veruliga livdi í ímeðan hon segði frá.
Sjálvt børnini sótu sum á nálum ímeða Enna Mikkelsen segði frá UM Nísugentuna í Mikronesien, ið var en søga ið líktist nógv søguni um okkara Kópakonu, men sum hevði ein heilt annan enda.
Enna Garshorn Mikkelsen hevur gjørt eitt stórt granskingararbeiði, har hon er farin um stóran part av heiminum í arbeiði sínum at granska sagnirnar um kópar og sambandið við menniskju.
Vit sum vóru í Mikladali fingu ein sera beinraknan og viðkomandi fyrilestur um kópakonusøgur.
Bókin, Sælkvinden, fæst í bókabúðunum.




