Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

NN Group keypt seg inn í Bakkafrost

Jóhann Lützen

Risa Hollendska tryggingar- og bankafyritøkan NN Group hevur keypt 5,5% av virðisbrøvunum í Bakkafrost.

Vágaportalurin visti ígjár at siga, at ein nýggjur høvuðspartaeigari er í Bakkafrost. Talan er um eina risa fyritøku úr Hollandi, ið hevur við tryggingar- og bankavirksemi at gera. 

Bakkafrost er ein sera væl rikin fyritøka og tað sæst aftur á teimum, ið vilja gerast partur av fyritøkuni. Hetta sæst eisini aftur á partabrævavirðinum hjá Bakkafrost. Bakkafrost hevur skapt vinning til partaeigararnar, síðan fyritøkan fór á virðisbrævamarknaðin. Um tú keypti eitt partabræv tá Bakkafrost fór á børsin, so er tað partabrævið økt 16 ferðir í virði. 

Les meira um nýggja høvuðspartaeigaran í Bakkafrosti her