Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Noel við Pól F á Palli í Nashville

John William Joensen

Fríggjakvøldið sang Noel Joensen saman við Kathy Chiavola á pallinum í The Station Inn í Nashville.

Noel, sum er forsangari í Countrybólkinum úr Klaksvík, legði fyri við Blue eyes cryin in the Rain og helt so fram á føroyskum við sama lagi og orðunum hjá Pól F. Joensen Fagra blóma. The Station Inn er millum kendastu støðini, har bluegrass-tónleikur verður spældu í Nashville. Kathy Chiavola var hin seinasta at syngja saman við Bill Monroe innan hann doyði. Tað var hann, ið grundaði bluegrass-tónleikin, sum er einasti fólkatónleikur, sprottin úr Amerika. Her sæst Kathy saman við Bill Monroe:
Kathy Chiavola vitjaði á fyrstu Listastevnuni, tá hon sang saman við Dupultkvartettini í Ebenezer. Tá høvdu tey væl fagnaðar framførslur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har Noel og hinir klaksvíkingarnir í ferðalagnum hoyrdu hana, og dagin eftir í Norðurlandahúsinum. Við sama høvi lærdi Jógvan Norðbúð hana sangin "Lat hitt lægra ljósið brenna". Nú Jógvan andaðist, sendir Kathy húskinum samkenslu og sigur soleiðis: "I send my condolences to his family.  I have a very beautiful memory of him". Upprunasangin "Let the lower lights be burning" hevur hon síðani lært seg á enskum.

Víðari sigur Kathy Chiavola um føroyska partin av konsertini, tá hon aftur hitti klaksvíkingarnar fríggjakvøldið:

"It was a very special night at the Station Inn when Noel and his group Countrybolkurin from the Faroes attended my show.  We had a chance to visit and remember my concerts in the Faroes.  But the most special moment came when Noel joined us on stage to sing "Blue Eyes Cryn’ in the Rain" first in English and then in Faroese "Fagra bloma".  Noel won the crowd over with his beautiful voice and spirit, receiving a huge ovation!  An unforgettable night!"
Kathy Chiavola 

Birgir