Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nøgdur við úrslitið av Fiskivinnusamráðingunum

John William Joensen

Mikudagin hitti vit Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharra á máli um fiskivinnusamráðingarnar við íslendingar. Vit hava fingið sama sáttmálan framlongdan og tað eri eg fyri sovítt nøgdur við.

Samráðingar hava verið Íslandi um sínamillum fiskiveiðusáttmálan  ímillum føroyingar og íslendingar á hægsta stigi. Tað vóru fiskimálaráðharrarnir báðir, Bjørn Kalsø  fyri Føroyar og Árni Mathisen fyri Ísland, ið samráddust.
Bjørn Kalsø sigur, at í samráðingunum varð gjørd ein roynd hjá føroyingum at gera nakrar justeringar og helst at fáa ein betur sáttmála, men íslendingar hildu fast um sama sáttmála.
Vit kunnu tó ikki vera misnøgdir við tað, tí tað hevur gingið eftir hæli hjá íslendingum við toskaveiðuni í fjør og eisini hevur gingið verri hjá teimum við svartkjaftaveiðuni har teir heldur ikki hava fiska  so nógv sum árið frammanundan, so samanumtikið kunnu vit vera nøgdir við sáttmálan.
Vit ynsktu eina broyting millum annað viðvíkjandi lodnuni, har skipanin nú er hon, at tað sum tey føroysku skipini fiska í íslendskum sjógvi sum skal til matnað skal landast í Íslandi.
Her ynsktu vit at kunna føra lodnuna til lands í Føroyum í staðin, men íslendingar vildu heldur at hetta kom undir handilssáttmálan.
Frá okkara síðu varð eisini mett, at tað hevði stóran týdning at vit fingu sáttmálan liðnan so skjótt sum gjørligt, tí hetta hevur týdning fyri skipini hjá okkum, soleiðis at kvotan betur kann troytast.
Í fjør var tað nevniliga soleiðis, at sáttmálin kom í drag orsakað av politisku støðuni og tað tarnaði skipunum í at troyta kvotuna til fullnar.