Í Tónlistaskúlanum gleðast vit um, at vit nú kunnu seta fulla ferð á alt okkara virksemi aftur. Sum hjá so nógvum øðrum, so hevur korona sett avmarkingar fyri, hvussu virkin Tónlistaskúlin hevur kunnað verið við ymsum framførslum og øðrum. Men nú verður full ferð sett á aftur.
Serliga gleða vit okkum yvir, at øll nú aftur kunnu koma til okkara framførslur, uttan at vit mugu avmarka talið av áhoyrarum.
Í februar høvdu vit tvær konsertir í sambandi við Torradagarnar. Fyrr í hesum mánaðinum var strúkaradagur, og í síðstu viku spældu næmingar til føstuguðstænastu í Mikladali. Komandi sunnudag spæla næmingar til familjuguðstænastu í Kunoy og í næstu viku fara næmingar at spæla til føstuguðstænastur í Árnafirði og Christianskirkjuni.
Vit fara eisini skjótt at spæla á ymsum eldrasambýlum o.ø. Ein størri konsert verður í apríl, várkonsert í mai og annars nógv annað virksemi. Meira um hetta seinni.






