Tað hendir nógv á torradøgum í Klaksvík um vikuskiftið. Her er eitt yvirlit.
Tað hendir nógv á torradøgum í Klaksvík um vikuskiftið. Her er eitt yvirlit.
Sí niðanfyri:
Fríggjadagur 19. februar
Posthúsið – kl. 10.00
Frits Johannesen letur upp listaframsýning á Posthúsinum
Framsýningin er opin til kl. 15.30
Adventure kl. 14.00 – 18.00
Siglt verður við skjóttgangandi báti norður til Kópakonuna og møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu.
Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan
Kirkjukjallarin – kl. 15.00
Kom og hoyr Alex Sólstein greiða frá um sínar ungdómsdagar, arbeiði og frítíð.
Rudolf Joensen er vertur.
Eisini spæla Monika Stauss Joensen, violin og Ólavur Jacobsen, guitar.
Dragin opið skip kl. 16:00 – 18:00
Næmingar arbeiða við togverki, spleysa, takla og bensla.
Leygardagur 20. februar
Christianskirkjan – kl 11.30
Matiné
Torramatiné við tiltikna Morgunkórinum úr Tórshavn v/Sigrid Sivertsen
Opið skip kl. 13.00 – 17.00
Juvel II
Rundsýning, har kunnað verður um virksemið hjá trúboðanarskipinum, Juvel II, ið hevur sítt høvuðsvirksemi í Grønlandi, har siglt verður millum bygdirnar. Fólk, sum plaga at vera við á hesum ferðum, greiða frá
Niðanfyri Gamla Seglhúsið – kl. 13.00 til 17.00
Hummarasøla
Gamla Seglhús kl. 14.00 til 17.00
Martin Joensen letur upp listaframsýning. Fernisering verður kl. 14.00
Adventure kl. 14.00 – 18.00
Siglt verður við skjóttgangandi báti norður til Kópakonuna og møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu.
Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan
Niðanfyri Sjúkrahúsið
Torra-renning kl. 14.00
Teinurin er 4,1 km. Talan er um heilsurenning, og tí er ikki neyðugt við tilmelding. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga. Rutan gongur úteftir Klaksvíksvegnum, Stoksoyravegnum, síðani heim eftir Torvgøtu niðan til Víkavegin, eftir Víkavegnum, Vágsheygsgøtu til Fossagøtu, har snarað verður oman til Uppsalagøtu, síðani oman í Vágstún, og so út eftir Klaksvíksvegnum – út til Sjúkrahúsið, har málið er.
Heilsucafé kl. 14.30 Klaksvíkar Sjúkrahús
Heilsucaféin letur upp, og ymiskt leskiligt er at fáa í kantinuni.
Eisini halda Andras Sólstein, søgufrøðingur, fyrilestur um søguna hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi, og Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD mýlislívfrøðingur og verkætlanarleiðari á FarGen, heldur fyrilestur, “Eru føroyskar ílegur áhugaverdar?”
Opið hús á Klaksvíkar Sjúkrahús frá kl. 14.00 til 17.00.
Workshop kl. 14.00
Í forhøllini ber til at koma í prát við sjúkrarøktarfrøðingar og dietist um millum annað lungnatrupulleikar, sukursjúku, kost, trupulleikar við beinum, so sum sár, og ryggjatrupulleikar.
Fysioterapiin
Til ber at gera eina konditest og máta feittvirði í kroppinum.
Á 2. hædd
Vit máta virðir so sum blóðtrýst, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur. Til ber eisini at tekna seg til lungafunktiónskanning.
Laboratoriið
Tilmelding til blóðgeva.
Norðara parkeringsøkið
Møguleiki er at síggja útgerðina í sjúkrabilunum.
Rundvísing
Túrur runt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við frásøgufólki.
Heilsucafé kl. 14.30
Heilsucaféin verður sett í kantinuni av Hera Ellingsgaard; aftaná verður ymiskt heilsugott og leskiligt at fáa.
Felagshøllin kl. 15.00
Fyrilestur við Andras Sólstein, søgufrøðingi. Andras greiðir frá søguni hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi. Heitið á fyrilestrinum er: “Klaksvíkar sjukrahús” – Søgan
Felagshøllin kl. 15.45
Fyrilestur við Noomi Gregersen, verkætlanarleiðari á FarGen. Heitið á fyrilestrinum er:“Eru føroyskar ílegur áhugaverdar?”
Rundvísing kl. 16.30
Túrur runt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við frásøgufólki.
Smæran – kl. 15.00 – 18.00
Myndaframsýning verður eisini við golmum myndum úr Klaksvík
Sangløta.
Í sambandi við tiltøkini í Smæruni verður eisini “kaffisøla við køkum”.
Miðhøllin á Skúlatrøð – Veðurlagsráðstevna – kl. 15.00
17 Sangarar syngja tveir sangir og eina íslendska syrpu eftir Sigfús Halldórsson
Kl. 15.10
Fyrilestur við kenda veðurmanninum á DR, Jesper Theilgaard, sum fer at gera sínar metingar um, hvussu hugsast kann, at veðrið fer at hátta sær um 20 – 30 ár. Verður meira vindur, meira regn, vatnstøðan hægri, kaldari, heitari o.a.?
Kl. 15.50
Bogi Hansen, havfrøðingur, heldur fyrilesturin: “Streymurin kring Føroyar og veðurlagið ta komandi øldina”.
Kl. 16.10
Terji Nielsen, verkætlanarleiðari hjá SEV, greiðir frá, hvussu teir hava lagt seg eftir at framleiða meira grøna orku, og koma teir tí eisini at hava eitt íkast við viðmerkingum og fyrispurningum í mun til tær metingar um veðrið, Jesper Theilgaard kemur við. Hetta ger SEV eisini sum “brúkari av veðrinum”.
Dragin Opið skip kl. 16.00 – 18.00
Næmingar arbeiða við togverki, spleysa, takla og bensla.
Gamla Seglhús – kl. 20.00
Hummaraborðhald vm.
Pláss er fyri 32 gestum og neyðugt er við tilmelding.
Kostnaður pr. persón er kr. 595,00 – alt íroknað.




