Nú summari er í hæddini er sera nógv virksemið hjá Klaksvíkar Kommunu á vegadeildini. Vit hava hitt Óla M. Lassen ið er formaður í teknisku nevnd og ferðslunevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, umframt tað er hann limur í Havna- & Vinnunevndini, í Mentunarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.
Hann sigur at í løtuni verða nógv viðlíkahaldsarbeiðir inna asfaltering framd. Í hesu vikuni eru ávísir vegir stongdir vegna asfalteringsarbeiðir. Vegadeildin hevur seinastu tíðina lagt stórt arbeiði í at fáa stadion økið liðugt so vøllurin í Djúpumýru skjótt verður tøkur aftur.
Vegir asfaltering hevur í ár eina játtan uppá 3,6 milliónir krónir. Umframt hesa játtan so verða onnur asfalteringsarbeiðir eisini gjørd, og mett verður at kommunan í ár fer at nýta omanfyri 5 milliónir krónir til asfaltering. Hetta verður fíggja av vegir viðlíkahald, vegir íløgur, Kloakkir íløgur, Byggibúning Bústaðir.
Tað verður millum annað arbeitt á hesum vegastrekkjum Klaksvíksvegnum, Víkavegnum, Líggjasarbrekka. Faktorsbrekkan og frá Ídni til Húsarhaldsskúlan, partur av Stoksoyrarvegnum, Kirkjubrekkan, Gongubreytir, Oman Reyðhús.
Umframt hesi arbeiðir verður asfaltera á Kalsoynni, og á Norðoyri er veðurin breiðkaður og verða eisini aðrar ábøtur gjørdar har. Tað er tekniska umsiting og vegadeildin ið ger av hvat fyri vegir hava stórsta tørv á viðlíkahaldið hetta verður gjørt út frá einari tekniskari metan. Tað er HJ asfalt ið stendur fyri asfaltarbeiðinum.
Á íløgusíðuni eru eisini fleiri vegaprojektir ígongd. Játtanin í ár er 6,4 milliónir krónir. Vit arbeiða áhaldandi við at betra umstøðurnar í býnum og hava vit júst gjørt eitt stórt parkeringspláss við sjúkrahúsið og ætlanin er eisini at gerða sjúkrahússkákið so ferðslan eisini kann fara tann vegin. Við KFUM & K og barnagarðin eru gjørd fleiri parkeringspláss, á Skáltavegnum er eisini ætlanin um at fáa gjørt fleiri parkeringspláss. Á Garðavegi omanfyri spæliplássi skulu eisini gerast parkeringspláss. Av øðrum arbeiðum kann nevnast gongubreytir Stangavegur, Bønhúsáin í Árnafirði. Ætlanin er eisini at byrja at fáa sett ljós upp til gøtuna út í Grøv, nakað er sett av til fyrsta part av hesum arbeiði.
Ferðsla
Á øllum skúlaøkinum er ætlan gjørd, so ferðslan kann ganga gott í økinum, har ferðsluloysn eisini er gjørd norðanfyri skúlan. Ætlanin er at fáa gongubreyt í niðaraborið eftir Stangavegnum frá gamla TAKS bygninginum og heim til sløkkiliðsstøðina.
Um vit fáa loyvi frá landsverk, so er ætlanin at gerða eina gongubreyt í ovara borið norður til Norðhavnina og Ánirnar. Við alsamt vaksandi ferðslu, er stórar avbjóðingar við parkeringsviðurskiftum og haldi eg, at kommuna og borgarar mugu í felag royna at loysa hetta og finnan felags loysnir har tað er møguligt.
Endurnýtslan, vegir og ferðsla
Eg veri oftani spurdur hví vit flyta endurnýtsluna. Til tað er at siga at tað eru fleiri orsøkir. Ein orsøk er at tekniska umsiting hjá kommununi ikki metir tað verða forsvarligt at koyra moyra eyr og mold út har, tí vandi er fyri, um blot kemur í, at alt kann leypa oman á økið har endurnýtslan er. Eitt annað er, at neyðugt er at fáa nakað av avgrevstri frá rennibreytini vekk og í triðja lagið verður tað eitt fragd at síggja tá Bumshamar aftur fær eitt natúrligt skap. Eg síggi nógvar møguleikar fyri hvat økið har kann nýtast til, tá tað er vorðin ein stór samanhangandi fløta.
Tað verður oftani tosa um vegakervið í Klaksvík og at vegirnir eru vánaligir, men eg haldi at vegirnir her eru fult á hædd við aðrar kommunur, tó vildi eg ynskt, at teir vóru í betri standi. Fyri at loysa hetta, er neyðugt at tað verður nýtt minni salt um veturin og færri koyra við píkadekkum, hetta slítur øgiligt uppá vegirnar. Men nú summar er skulu vit frøast um tey arbeiðir íð verða framd og ivist eg ikki í at eftir tey stóru viðlíkahaldsarbeiðini í nú verða gjørd og eftir at vegadeildin hevur merkt og strikan hava vit ein bý við rímuliga góðum vegum.
Fegnist um góðu gongdina – býurin og ferðavinnan
Um stutta tíð so stendur skýlið liðugt, stadionøkið er dagført, vit hava fingið eitt fantastiskt wellness økið og verður nú eisini eitt spæliland gjørt í hesum sera spennandi økið í okkara býi. Sethúsaútstykkingar eru í gongd, og stórt ídnaðarøkið skal gerast á Borðoyarvík. Eg vóni eisini at vit fáa gongd á alternativa íbúðarbygging í ár við fleiri raðhúsum, so góða gongdin kann halda áfram. Í miðbýnum er eisini nógv ferða á fyri at fáa torgið og økið á Biskupstorginum liðugt. Tá tað kemur til ferðavinnuna og okkara maritima bý so sæst hetta ikki nóg væl aftur og mugu vit fáa skapt fleiri maritim økir í býnum. Haldi eisini at vit í ferðavinnuhøpi skulu leggja meira dent at fortelja søguna um víkingar og tá fólk flýddu undan sjórænarum og maritimu søguna hjá okkum. Hví ikki eisini lýsa gomlu býarpartarnar í Klaksvík við at byggja hesar uppaftur í miniformat. Haldi eisini vit skulu gera Hellisenda aftur og fáa gjørt vippuna aftur og møguliga sett gjørt meiri burturúr tí søguni eisini.
Ferðamaðurin ynskir at fáa søguna, náttúruna og eisini mætmentanina. Vildi ynskt at vit uppi á Hálsi gjørdi meir burturúr, møguliga kiosk ella mætstovu har uppi. Tað er hugaligt at liva og virka í einum býi í stórari menning og har vit skjótt eisini fáa eitt mentunarhús og vónandi eisini eitt sjóvinnusavn á alttjóða støðið. Vónandi verður eisini eitt Hotell bygd so vit eru enn betri fyri til at bjóða vitjandi og vinnulívsfólkum enn betur karmar tá tey vitja Klaksvikar Kommunu og øll tey tilboð ið eru i okkara fantastisku kommunu sigur Óli M. Lassen at enda í viðtalu við Norðlýsið



