Fyrireikararnir aftan fyri 100 ára gallaveitlsuna hjá KÍ, siga at undirtøkan fyri 100 ára gallaveitsluni hjá KÍ hevur verið góð.
– Tá forsølan steðgaði í gjárakvøldi vóru gott og væl 500 atgongumerkir seld.
– Nøkur atgongumerki eru framvegis eftir og tey kunnu fáast við at venda sær til Nichels Lützen, tlf. 216739, vóru boðini frá fyrireikarunum.
Skráin má sigast at verða rættuliga áhugaverd.
M.a. fara Pipar&Salt at undirhalda og Árni Dahl og Finnbogi Ísakson skuldu flyta fram røðu.




