Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nógv hýsa og longa á Føroya Banka

Jákup Ósá

Sanshavið landar í morgun eftir túr á Føroya Banka.

Línuskipið Sandshavið hevur gjørt ymiskar royndir á Føroya Banka í samstarvi við Havstovuna. 

 

Sandshavið hevur hesaferð roynt á Føroya Banka í 4-5 dagar og hevur 100.000 pund, sum má sigast at vera sera góður fiskiskapur. Toskur er tó næstan ikki á Føroya Banka, tí bara 1100 pund av toski var í veiðuni hesaferð. Størsti parturin var hýsa, 63.000 pund. Harav áleið 80 % var hýsa 1. Síðani fekk hann 22.000 pund av longu.

 

Kelda: FMF