Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv ivamál hjá ÍF

Jákup Ósá

Jákup Mikkelsen ger møguliga comeback í kvøld.

ÍF, sum sambært teimum flestu gjørdi sær fyri skommum í Runavík, kann koma at mangla nógvar leikarar í kvøldsins dysti móti Víkingi.

Kl. 18.30 í kvøld verður grannauppgerð í Fuglafirði millum ÍF og Víking. ÍF hevur nærum einki at spæla fyri, meðan Víkingur við sigri bara verður 1 stig frá 1. plássinum, sum er málsetningur felagsins.

Men ÍF hevur sum skilst nógv ivamál til kvøldsins dyst. Í málinum koma vit møguliga at síggja Jákup Mikkelsen, tí Elias Rasmussen hevur ikki loyvið at leika móti Víkingi, har hann er leigaður frá og eykamálverjin Tóri Traðará er sum skilst skaddur. Ari Ó. Ellingsgaard hevur leikbann, meðan Clayton Soares og Kristoffur Jakobsen fóru út við skaða seinast. Sum skilst er møguleiki fyri, at onkur av teimum spælir. Jan Ó. Ellingsgaard er burturstaddur og ivasamt er, um hann kemur heim til dystin. Og so er Andy Olsen eisini ivasamur vegna skaða.

Sostatt røkist lítið fyri, at ÍF reisir seg í kvøldsins dysti.

Harleywoodpaint