Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv lína skal gerast til til egnikappingina

John William Joensen

Egnikappingin verður hæddarpunktið á sjómannadegnum og til tess hava teir ungu tikið fatt og gera línu til av kraft.

Norðuri á Stongunum er sera nógvur aktivitetur nú uppundir sjómannadagin og bæði eldri og yngri menn hava hjálpt til.
Tá vit vóru norðuri í egningarskúrunum mikudagin fingu vit eina mynd av vinmonnunum báðum Jóhan og Grímur, sum stóðu og gjørdu línuna til sum skal brúkast til egnikappingina.
Stengurnar og útróðrarbátarnir hava uppdrigið mangan línumannin og hetta eru tveir í yngra endanum, hóast teir langt frá eru yngstir.
Úti á keiini høvdu teir meira tilkomnu til uppgávu at strekkja og máta línuna og sera nógv prát var um línu og útróður.
Inni í einum egningarskúri hittu vit Óla í Skálavík, hann segði okkum at hann var helst elsti núlivandi skipari, sum hevði verið skipari á Westward Ho, hann førdi sluppina í 1959. Óli er útróðrarmaður og "still going strong", hann stóð við høvdinum niðri í línustampinum og egndi ímegan hann segði frá og so eigasørt hann hevði stundir at leggja frá sær meðan hann prátaði, nei hann er av tí gamla slagnum, sum letur arbeiði ganga framum prátið, men hann er altíð upplagdur til eitt prát ímeðan hann stillisliga ger arbeiði sítt.
Anker Mørkøre sá út til at hava frívakt tá vit vitjaðu, men treyðugt so, hann sat inni í skúrinum og stuðlaði uppundir, klárur at taka fætt um ein hond var fyri neyðini, segði mær eisini, at hann minntist væl dagin tá eg var føddur, 23. juli 1946. "Pápi tín var og skjeyt og eg og Mouritz Jacobsen fingust við at pussa húsini hjá tykkum, tá hann kom aftur fekk hann at vita at hann hevði fingið ein son, verkstaðið var beint niðanfyri, so vit fingu ein góðan dag." segði Anker skemtandi.
Annars var nógvur aktivitetur, menn royndu at snolla skúrarnar upp, har var spulað og skrubbað og summir ætlaðu sær at hava kaffimaskinuna gangandi og hurðina opna, so teir kundu fáa eitt gott prát við onkran, sum kanska støkk inn á gólvið í egningarskúrinum.