Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv lív á Borðoyavík

John William Joensen

Pól Eyðfinn Poulsen, var tíðliga uppi í morgun og hugaligt var at draga gørnini sum sett vóru út fyri hellisenda. Væl av sild og makreli og stórum seiði vóru í gørnunum. Fiskurin er væl fyri og útróðrarbátarnir høvdu 70 til 100 pund uppá stampin í nátt.

Tað var sera spennandi at seta gørnini í nátt tí tað kókaði rundan um jolluna av makreli og sild. Eftir lítlari løtu syfti Janus einar 60 gyltar siðir á kajini á Flesjum og fiskurin er væl fyri og maðin fullur av brislingi, greiddi Pól Eyðfinn frá.

Útróðrarmenn siga frá góðum fiskiskapi í nátt.

Kallanes 11.000 pund á 80 línum

Skýlisklettir 1.700 pund á20 línum

Bragd 6.000 pund á 60 línum

Gjógvarenni 900 pund á 14 línum

Borgin 700 pund á 1.200 línum

Hýsan og toskurin er væl fyri var sagt á kajuni í morgun. Stóru útróðrarbátarnir fara vantandi at rógva út til mánadagin tá streymurin harðnar aftur.

Harleyfacadeacryl