Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv lív í Tórsgøtu

Oliver Joensen

Dýra biðidag verður skipað fyri ymsum tiltøkum til børnini í Tórsgøtu, meðan tey vaksnu eru á fiskivinuframsýning í Vágsbotni.

Tiltøkini byrja dýra biðidag klokkan 14.00, og tá sleppa børnini at spæla í skreiðibreytum og hoppiborgum á parkeringsplássinum millum gamla posthúsið og Hotel Tórshavn í Tórsgøtu. Eisini fara skótarnir at selja popcorn og annað.

Fyrrapartin fara limir í Tórshavnar Froskmannafelag í samstarvi við Sjósavnið á Argjum at kava eftir fiski og havdjórum, sum verða sýnd fram í Vágsbotni klokkan frá 14.00

Klokkan 20.00 skipar Margarinfabrikkin fyri útikonsert á pallinum út móti Tórsgøtu. Eisini verður Café í Margarinfabrikkini.