Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv skrivað til Næraberg

John William Joensen

Síðan Jógvan Eliasen byrjaði at skrivað her á heímasíðuni frá Nærabergi, er áhugin vaksin sera nógv og dagliga fær Næraberg heilsanir frá heimafólki og útisetum

Hagtølini vísa greitt at tey sum vitjað heimasíðuna hjá Norðlýsinum dáma greinarnar frá Nærabergi og ofta fáa vit eisini heilsanir frá heimafólki og útisetum.

Um vikuskifti fingu vit henda teldupostin frá Jógvan Eliasen:

– Stuttligt at fáa frættiboð frá útisetum, – serliga frá fólki, ið eru komin upp í árini. Eisini stuttligt at staðfesta, hvønn týdning okkara tíðinda portalar hava kring í heimi. Eg havi eisini fingið teldubrøv úr Noregi, úr Brasil og aðrastaðni.
 Eg haldi at tit gott kunnu seta brævið á portalin, kanska við tí fyri eyga, at fáa onnur at byrja at senda viðmerkingar heim.
Annars hava vit um 670 tons í last og hava fingið eitt hál uppá 140 tons í nátt (30 tons liðugt), ið vit byrja at skera nú í morgun.
Verða helst heima fyrst í komandi viku.

– Alta tað besta. Avbera gott veður á leiðini.

Jógvan 

—-

Teldupost adressan hjá Jógvan Eliasen umborð á Nærabergi er:

jegvan@naraberg.jfk.fo

Næraberg kann ikki móttaka myndir.