Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv vatn kemur úr tunnlunum

John William Joensen

Nógv vatn rennur úr norðara tunnilinum og í sjálvari vatn rennuni hevur Føroya Tele lagt telefonkaðalar m.a. nýggja ljósleiðaran.

Tað hendur av og á at grót dettur undan loftinum – men annars er lofti sum so í góðum standi.

Verri er við sjálvum vegbananum.

Tá vit tóku myndir í morgun varnaðust vit ein stein sum var dottin úr vegginum.

Frá byrjan av hevur norðari tunnilin verið vátari tí kelduvatn kemur úr fjallinum.

Í vatnrennuni liggja tveir kaðalar.

Teir eigur Føroya Tele – annar er nýggi ljóskaðalin.