Líðhamar avreiddi í morgun 11.000 pund av góðum toski av várleiðini. Kallanes hevði verið sunnanfyri og hjá teimum royndist ikki so væl, 6.000 pund av hýsu.
Nógv arbeiði er a KSS, vit vitjaðu har ímorgun og menn lótu væl at at nógv hevur verið at gjørt. Sagt varð at vanliga eru januar og februar slakkir mánaðir hjá sleipistøðini, men í ár hevur verið heilt øðrvísi, har hevur sera nógv virksemi verið síðani nýggjár, onkrir av teimum, vit tosaðu við høvdu verið til arbeiðis tað nógva av náttini í nátt.




