Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvar broytingar til Svøríki dystin

Jákup Ósá

Serliga í verjupartinum væntast nógvar broytingar til dystin týskvøldið.

Lars Olsen hevur gjørt greitt eftir dystin móti Írlandi, at fleiri broytingar kunnu væntast í mun til Írland dystin. Nakrar broytingar tykjast upplagdar og hesaferð tykist tað sum, at venjarin raðfetsir at fáa nakrar heilt frískar kreftir inn til seinna dystin, hóast hetta ikki skal fatast sum ónøgd yvir avrikið fríggjakvøldið. Venjingarnar undan dystinum hava bent á fleiri broytingar. Niðanfyri fara vit at meta um uppstillingina í mun til seinastu venjingarnar.


Gunnar Nielsen verður aftur í málinum. Hann fekk góða uppreisn seinast eftir ein minni góðan dyst móti Eysturríki. Í verjuni vera møguliga tríggir av fýra leikarum útskiftir. Jónas Tór Næs kemur inn á høgra bakk, nú hann er sloppin av við skaða. Jóhan Troest Davidsen kemur í miðverjuna fyri Rógva Baldvinsson og Viljormur Davidsen kemur inn á vinstra bakk fyri Ára Mohr Jónsson. Á verjukenda miðvøllim koma Fróði Benjaminsen og Hallur Hanssen, ið báðir høvdu leikbann og saman við teimum verður Súni Olsen. Á vinstra vongi verður Pól Jóhannus Justinussen. Seinasti maðurin á miðvøllinum verður helst Símun Samuelsen, um hann verður heilt klárur, meðan Jóan Símun Edmundsson ella Christian L. Holst manna álopssessin. Størsta ivamálið tykist vera, hvør mannar álopið og um Símun verður heilt klárur.


Tí er eitt gott boð uppá liðuppstillingina hetta: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Jóhan T. Davidsen, Atli Gregersen, Viljormur Davidsen – Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Súni Olsen, Símun Samuelsen, Pól Jóhannus Justinussen – Christian L. Holst.