Ikki kann sigast annað enn at ætlanin um nýggja húsið eysturi á fjøllum hevur fingið hollan stuðul frá mongum. Fyrst og fremst hevur býráðið við Kristian Eli Zachariassen gingið á odda. Síðani Skótalið Nólsoyar Páls við Árna Skáale og afturat honum eitt stórt lið av handverkarum og arbeiðisfólki. Um Tekniski Skúli við Sjúrða Sólstein, Linjon Jacobsen og næmingum teirra eins og Tyrludeildin hjá Atlantic ikki vóru við, so hevði valla verið nakað hús komið upp.
Men skarin av fólki og fyritøkum, ið hava stuðla undir endar als ikki her, tí alla staðni har undangongumenninir hava vent sær, hava teir bert møtt vælvild.
Eldsálir: Ja, ikki minst kvinnurnar, ið so trúliga hava gingið eystur við heitum døgurða. Tað er í veruleikanum ótrúligt at tað skal bera til, at gerða døgurða til 20 mans í egnum køki og fáa hann eystur í Skúvadal heitan, sum um døgurðin júst var komin av komfýrinum.
Og tað hava ikki verið hissini døgurðar vit hava fingið eystur, líka frá oksafilet við øllum tilhoyri, um knettir og til kjøtfrikadellur, alt við gularótum, eplum, sós og við hvørt rís.
Tað er ikki bara bara, at gera slíkt arbeiði, fyrst skal døgurðin gerast, síðani pakkast – og so berast alla tað longu leið eystur í Skúvadal. At ganga leysur eystur tekur vanliga fimm korter. Men sjálvandi hevur tú døgurðar og sós til 20 mans á rygginum, so skalt tú helst rokna nakað av tíð afturat. Hetta arbeiðið hava kvinnur gjørt hvønn tann einasta dag, arbeitt hevur verið har eysturi.
Onkur maður og onkrir dreingir hava verið við og borið onkrar dagar, men kvinnurnar hava sjálvar borið tað mesta. Hesaferð vóru tað tær tríggjar, Amanda, Lina og Eydna, sum komu eystur við tungu byrðuni.
Sum sæst á myndunum niðanfyri, so hava kokkarnir verið høgt í metum, tí menn hava glett seg til døgurðan hvønn dag og sum sæst á myndunum, so er nógv fari niðurum:




