Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Nógvar sandoyartunlar og marknagilsdeplar fyri ríkisveiting!

Danial Viðoy

Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum tekur fult undir við at hækka ríkisveitingina, og harmast hann eisini um, at ríkisveitingin nakrantíð lækkaði. – Eg atkvøði heilt víst fyri uppskotinum, sigur hann.

Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum tekur fult undir við at hækka ríkisveitingina, og harmast hann eisini um, at ríkisveitingin nakrantíð lækkaði. – Eg atkvøði heilt víst fyri uppskotinum, sigur hann.

Hóast Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen í álitinum frá fíggjarnevndini mæla tinginum frá, at samtykkja uppskotið um at prístalsregulera ríkisveitingina og har við hækka ríkisveitingina við góðum átta milliónum, eru aðrir tónar frá Gerhardi.

– Eg trúgvi at Javnaðarflokkurin fer at atkvøða fyri hesum uppskotinum, ella tað fari eg í hvussu er, sigur Gerhard Lognberg á tingsins røðarapalli.

– At Kristina Háfoss kanska hevur eina heila bygdarsøgu av viðmerkingum. Tað verður so hennara avgerð!

– Eingin skal royna at reingja mína støðu í tí, sum eitur ríkisveiting. Tí tað er komið føroyingum illa við, at ríkisveitingin lækkaði av fyrstantíð.

– Eg síggi upp til tey, sum royna at hækka ríkisveitingina.

Nógv annað var havt á lofti, tá ið Gerhard Lognberg tók orðið.

– Um vit ikki lækkaðu ríkisveitingina av fyrstan tíð, kundi hetta fíggjað nógvar marknagilsdeplar og nógvar sandoyartunlar. Men hesar pengarnar skoyta vit ikki um! harmast javnaðartingmaðurin úr Skopun.